Eykaaðalfundurin bleiv avgreiddur mikukvøldið 29. november og 2 nýggj fólk komu í nevnd
Eini 60 folk vóru møtt upp á eykaaðalfundinum hjá B36 í kvøld, har eittans mál var á skrá, nemliga val av nýggjum nevndarlimum.
Hetta bleiv skjótt avgreitt og longu 45 min seinni hevði nevndin skipað seg.
Fyri val stóðu Maj-Britt Hellisdal, Bogi Petursson Nielsen og Dánjal Petersen.
Bogi og Dánjal takkaðu fyri, meðan Maj-Britt tók við afturvali.
Nýggj í starvsnevnd hjá B36 eru Uni Holm Johannesen og Jaspur Enghamar.
Nýggja nevndin skipaði seg soleiðis :
Marita, forkvinna
Súsanna, næstforkvinna
Jaspur, kassameistari
Sigurd, skrivari
Uni, Maj-Britt og Poul Rói, nevndarlimir
Vit ynskja at takka Boga og Dánjal fyri teirra arbeiðið fyri B36 og ynskja Una og Jaspuri vælkomnar - og sjálvandi allari nevndini góðan eydnu.
mynd : Súsanna, Sigurd, Marita, Uni, Maj-Britt og Jaspur. Poul Rói manglar á myndin
Comments