top of page

Tummas Erling tekur yvir hjá kvinnunum

Jón Simonsen og B36 eru samd um at enda samstarvið kring besta kvinnuliðið



B36 og Jón Simonsen eru dag komin ásamt um, at samstarvið partanna millum endar.

Jón tók við starvinum sum høvuðsvenjari hjá kvinnunum í vetur, men nú er hetta so steðgað í úrtíð.

Nýggjur maður í venjarasessinum er Tummas Erling Djurhuus, sum undan hesum hevur verið høvuðsungdómsvenjari hjá okkum, og sum eisini hevur vant annað-liðið hjá monnunum eitt tíðarskeið.

Í felagnum eru vit takksom fyri, at Tummas Erling játtaði at taka við starvinum alt fyri eitt, og verður fyrsta uppgávan sunnudagin, tá vit skulu spæla móti ÍF í kappingini um Løgmanssteypið.

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page