Vit høvdu støðugt munin, og tá gestirnir fingu eitt reytt kort undan steðginum, endaði tað við tryggum sigri í Trongisvági
Á útivølli móti TB vita tey flestu, at talan kann verða um argandi uppgávu. Eisini hóast TB í ár hevur havt eina óvanliga tunga byrjan upp á kappingarárið.
Vit høvdu eisini greiða yvirvág fyrstu løtuna. Longu eftir 30 sekundum fingu vit fyrsta hornasparkið, og dysturin var ikki nógv meira enn minuttin gamal, áðrenn gula kortið var á loftið fyri groft fríspark móti Bjarka.
Soleiðis var lagt upp til dyst, har vit fyri tað nógva vóru í álopsstøðu, men har gestirnir eisini hóttu í løtum. Eina ferð fór vandamikil stútari beint omanfyri, og aðru ferð hevði Mattias stórbjarging, tá lumpislig roynd úr 40 metrum varð send móti okkara máli.
Men vit sótu á tí mesta. Bjarki kom fleiri ferðir í heilt góðar støður, men tað tóktist, sum var hepnið ikki við arbeiðssama Argjamanninum.
Tað var avgjørt til okkara fyrimun, tá dómarin eftir 38 minuttum gav Mark Kongstedt sítt seinna gula – og harvið reyða kort – og løtuna undan steðginum trýstu vit nógv. Bjarki hevði risa-møguleika, eftir at Bárður hevði lagt millimetur neyvt inn um verjuna, men vit skuldu bíða, til bara ein minuttur av hálvleikinum var eftir, áðrenn hol kom á.
Alex legði horna upp í vindin, og í trunkaspælinum, sum kom eftir hetta, var tað okkurt millumting millum eitt sjálvmál og bringuna hjá Bjarna, sum beindi bóltin inn um strikuna.
Eftir steðgin var ongan tíð nakar ivi. Brian syrgdi hampuliga skjótt við góðum stútara fyri, at vit førdu við tveimum, og so var tað cruise-control at koyra sigurin heim.
Vertirnir møddust, og so kundi fyrst Bjarki og síðani Thrane – við sínum fyrsta B36-máli – staðfesta trivaliga sigurin, sum heilt víst ger heimferðina lætta, nú kósin aftur verður sett móti høvuðsstaðnum.
TB-B36 0-4 (0-1)
0-1: Bjarni Petersen, 45.
0-2: Brian Jakobsen, 52.
0-3: Bjarki Nielsen, 81.
0-4: Mathias Thrane, 86.
B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Bjarni Petersen, Andrias Eriksen (Mathias W. Joensen, 82.), Alex Mellemgaard – Bárður Olsen, Mathias Thrane – Andrass Thomsen (Andreas Thomsen, 82.), Martin Agnarsson, Bjarki Nielsen – Brian Jakobsen (Tobias Christensen, 62.)
Comments