Toymið hjá kvinnunum er mannað


Tummas Erling Djurhuus heldur fram sum høvuðsvenjari, og afturat sær hevur hann fingið eitt sterkt toymi


Tá Tummas Erling Djurhuus í fjør tók við sum høvuðsvenjari hjá kvinnunum, setti hann sær tíðliga fyri, at ein miðvís menningarætlan var einasta gongda leið hjá sær og liðnum.

Nú er samlaða toymið til komandi kappingarár klárt, og tað er greitt, at Tummas Erling hevur fingið góðar kreftir afturat sær.

Jan Poulsen var hjálparvenjari í fjør, og hann er framvegis partur av toyminum. Tummas Erling hevur sett servenjingar á skrá bæði við innanhýsis og uttanhýsis venjarum, og onnur ting sum vit ikki avdúka her. Men spennandi er tað. Nýggjur í felagnum er Teitur Egholm Fossaberg, ið settur sum málmansvenjari. Hann hevur seinastu árini ment ungar og vaksnar málverjar í AB. Vit settu okkum sum mál, at Betri kvinnur skuldu hava sín egna málmansvenjara, og tað hava vit fingið við Teiti, ið tekur M2 í vár.

Eisini er Bárður Olsen nýggjur í toyminum. Bárður er væl kendur í felagnum hjá okkum, har hann bæði hevur virkað sum spælari og ungdómsvenjari, og nú verður tað so við kvinnunum, at hann skal royna seg.


 

FELAGSTÍÐINDI