top of page

Tepurt tap í fyrra umfarinum

Vit hava framvegis allar møguleikar at spæla okkum í steypafinaluna, eftir at tað endaði við teprum tapi í Norðragøtu sunnudagin



Upprunaliga skuldi dysturin verða leygardagin, men veðurforsagnirnar gjørdu, at hetta varð flutt til sunnudag, og tað skuldi vísa seg sum skilagóð avgerð.

Veðrið var nemliga av tí besta, tá dysturin varð blástur ígongd í gjár, og stóran part av fyrra hálvleiki fingu vit eisini fínt fótbóltsspæl at síggja.

Talan var um lívliga uppgerð, har partarnir skiftust um at hava yvirvág, men hóast nakrar góðar støður hvønn vegin, so tók tað sína tíð at koma fram til teir heilt stóru møguleikarnar.

Beint undan steðginum var tó tvær ferðir veruligur vandi á ferð, men tað eydnaðist ikki vertunum at skora.

Eftir steðgin var tað Víkingur, sum legði betur fyri. Tá teir skoraðu, tóktist tað sum heldur óneyðugt mál, tá Martin Klein Joensen brádliga var merkiliga leysur eftir frísparksinnlegg, og eina løtu tóktust vit hava sera ilt við at fóta okkum aftur.

Seinasta korterið gjørdist talan tó um veruligt trýst móti ljósabláa málinum. Fleiri skotroyndir vóru, men enn sum áður vantaði tann heilt stóri møguleikin, og so máttu vit bara ásanna, at vit ikki fingu nakað útivallarmál.

Eitt tap er altíð keðiligt, men tá talan er um tvær hálvfinalur, so hetta ikki verri enn ilt. Komandi sunnudag skal seinna slagið standa, og vit hava jú fesk minnir um, at vit væl kunnu vinna á Víkingi við meira enn tí eina málinum.


Víkingur-B36 1-0 (0-0)

1-0: Martin Klein Joensen, 55.

B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen (Hákun Edmundsson, 77.), Mathias Thrane – Martin Agnarsson (Hannes Agnarsson, 67.), Andrass Johansen, Bjarki Nielsen (Andreas Thomsen, 88.) – Sebastian Pingel

Gult kort: Bjarni Petersen, Sebastian Pingel




Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page