Tað stóð heilt nógv á í løtum, men tá Brian fekk møguleikan, so tók hann av
Eftir fýra ósigrar á rað vóru treytirnar greiðar. Vit skuldu aftur á beint, tá vit vitjaðu hjá 07 Vestur, og tað komu vit tíbetur eisini.
Men tað var ikki við nøkrum serliga sannførandi avriki, at tað bleiv soleiðis. Fyrra hálvleik livdu vit ofta lívið farligt, og tvær ferðir mátti Mattias finna tær heilt stóru bjargingarnar fram, so vertirnir ikki løgdu seg á odda.
Eftir steðgin fingu vit tráða lotið undan, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki hóttu vit eisini fleiri ferðir. Ein deyðbóltur skuldi tó til, áðrenn hol kom á. Magnus Egilsson sendi væl innfyri úr høgru, og so drønstútaði ein púra leysur Brian Jakobsen okkum á odda.
Vit tóktust hava tamarhald eina løtu eftir hetta, men skilliga gjørdist tað heldur nervakent seinastu minuttirnar. Tað eydnaðist tó at halda fast, og so klintraðu vit aftur upp á eurpiska sessin, sum EB/Streymur hevði lænt frá okkum í tveir dagar.
07 Vestur-B36 0-1 (0-0)
0-1: Brian Jakobsen, 61.
B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Thor Høholt, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson (Benjamin Heinesen, 77.) – Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen (Ragnar Samuesen, 77.) – Hannes Agnarsson, Michael Przybylski, Martin Agnarsson (Andreas Thomsen, 90.) – Brian Jakobsen (Lukas Enevoldsen, 86.)
Gult kort: Thor Høholt, Símun Sólheim
Comentários