top of page

Tap á Tórsvølli og sigur í Gundadali

Hóskvøldið var UEFA Conference League dystur á Tórsvølli. B36 tapti hóskvøldið 1-3 ímóti einum betri liðið á Tórsvølli.

Tað byrjaði so gott, tá B36 vardi væl og kom a odda í 33’ við máli frá Hannes. 7 min seinni valdi dómarin onkursvegna at døma brotsspark fyri hond 1 metur uttanfyri brotsteigin - og so var 1-1. Í seinna hálvleiki løgdu kroatarnir høgt press beinanvegin og komu a odda í 48’ eftir horna og trunkaspæl. B36 kom ongantíð til stórvegis møguleikar í seinna hálvleiki, men vardu væl. Tíverri fekk Rijeka enn ein mál eftir frísparksstøðu í 88’ til endaliga úrslitið 1-3

Tungt at tapa, men innsatsurin lá ikki eftir

Returdystur er í Kroatia hóskvøldið 17. august. - - - - Sunnudagin var Betrideildardystur aftur á Tórsvølli, tá TB kom á vitjan. Har var eingin sligur í valsinum, sjálvt um spælið ikki var av okkara besta. Ein greiður 4-0 sigur og vit liggja enn á 3. plássinum. Málini gjørdu : Magnus x 2 Sabala Og so Carl Mikkelsen, ið er ein av okkara ungu monnum, ið slapp uppí part og kvitteraði við einum góðum skallara til 4-0


コメント


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page