top of page

Tamir frensar



Vit spældu okkum sjáldan heilt út, men kortini var talan um tryggan sigur móti AB


Úti í Vika hava vit vanliga gott tak á Argjamonnum, og hetta skuldi eisini vísa seg at halda í dag.

Í strævnu dystarskránni hevði Dan valt at gera nakrar smærri broytingar, men hetta nervaði ikki spælið hjá okkara monnum, sum tíðliga settu seg á tað mesta.

Tað var ikki soleiðis, at álopini beinleiðis skolaðu móti AB-málinum, men í borðunum lá væl fyri at koma ígjøgnum, og fleiri vandastøður komu eisini av hesum.

Bjarki átti kanska at skora miðskeiðis í hálvleikinum, men skotroyndin varð blokkerað til horna, og so fekk Bjarki nýggjan møguleika. AB-verjan var ikki serliga vakin, tá Jann sendi hornasparkið hart og flatt úteftir, og so smekkaði Bjarki bóltin í meskarnar.

Nakað seinni kundi Bjarki fingið eitt upplegg, men royndin endaði á stólpanum, eftir gjøgnumbrot og flata sending útfrá.

Argjamenn høvdu lítið at koma við, og tann myndin helt sær eisini eftir steðgin. Hinvegin vita vit øll, at 1-0 er ein sera tepur leiðsla, og tí var umráðandi at vit kundu skjóta næsta málið.

Støðurnar vóru eisini til tað, men vit skuldu næstan út í hálvan hálvleikin, áðrenn spenningurin var heilt punkteraður. Hesa ferð streyk Jann avstað í vinstru, og tá hann snildisliga spældi inn til Bjarka, varð bólturin líka snildisliga spældur víðari, og so kundi Aron staðfesta sigurin við sínum fyrsta málið fyri okkum.

Vertirnir royndu at koma nakað frameftir seinastu løtuna, men nærri enn onkra skotroynd komu teir ikki, og vit uttan fyri vøllin kendu ongan tíð á okkum, at sigurin var hóttur.

Trý trygg stig og eingir skaðar vóru úrslitið, og tað var júst rætta upptaktin til komandi vikuskifti, tá vit fara undir steypakappingina við heimadysti móti KÍ.


AB-B36 0-2 (0-1)

0-1: Bjarki Nielsen, 25.

0-2: Aron Knudsen, 65.


B36: Mattias Lamhauge – Símun Sólheim, Andrias Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Jann Benjaminsen (Magnus Egilsson, 74.) – Eli F. Nielsen, Andrass Johansen (Michal Przybylski, 74.) – Tafee Skadari (Emil W. Joensen, 74.), Aron Knudsen (Mattias Hellisdal, 85.), Bjarki Nielsen – Benjamin Heinesen (Valerijs Sabala, 63.)

Gult kort: Símun Sólheim


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page