top of page

Tóm kensla í regninum

Seinnapartin vóru øll í B36-húsinum á einum máli um, at menninir høvdu søplað tvey stig burtur í Gundadali. Gestirnir úr Vágum vóru undirmannaðir í ein hálvan tíma, men kortini eydnaðist ikki B36 at vinna fulla úrtøku.


Úrslitið var 2-2. Símun Sólheim og Mairus Kryger Lindh skulu málini hjá B36.


- Kenslan er tóm eftir dystin í dag, ásannar miðvallarin Mattias Hellisdal, sum var kosin dagsins maður hjá B36.


- Liðavrikið var annars fínt ein stóran part av dystinum. Vit spæla okkum í fleiri góðar støður, men megna ikki at fullføra mongu álopini. Tað lukkast av tí sama ikki at avgera dystin. Seinastu løtuna fáa vit heldur ikki lagt teir undir nóg stórt trýst, sum vit eiga at vera førir fyri. Tað verða vit so revsaðir fyri, og tað er ikki nóg gott, sigur hann.



Áræðið er framvegis tað sama í spælarahópinum. Grundarlagið er gott, og nú ræður um at halda fram við góða arbeiðinum, sum er lagt hesar seinastu mánaðirnar.


- Í skiftingarrúminum eftir dystin tosaðu vit um, at hetta var eitt afturstig, men nú skulu vit reisa okkum aftur beinanvegin. Komandi dagarnar fara vit at eftirmeta hetta avrikið, so vit fáa bøtt um tað, sum bøtast skal um, og so fara vit til Runavíkar eftir sigrinum komandi vikuskiftið.


- Eg vil eisini fegin takka áskoðarunum fyri stuðulin í dag. Vit vóna, at tit vera við okkum í Runavík, so vit saman kunnu vinna øll stigini har, sigur Mattias Hellisdal.


B36 - 07 Vestur 2-2 (1-0)

1-0 Símun Sólheim, 19.

1-1 Emil Pedersen, 47.

2-1 Marius Kryger Lindh, 74.

2-2 Benni Smales-Braithwaite, 94.

B36: Bjarti Vitalis Mørk - Símun Sólheim, Andrias Eriksen, Vilmer Ronnberg, Magnus Egilsson - Mattias Hellisdal, Andrass Johansen, Anton Søjberg (Rani í Soylu, 89.) - Marius Kryger Lindh, Zean Dalügge (Gutti Dahl-Olsen, 83.), Bjarki Nielsen



Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page