top of page

Tá Jan royndi at jubla saman við HBarum

Vit siga vanliga, at grannastríðið millum B36 og HB eru millum friðarligastu grannadystirnar í øllum heiminum. Kensluliga stendur kortini nógv upp á spæl. Grannauppgerðirnar eru sum oftast umráðandi toppdystir, soleiðis verður eisini mánakvøldið, men tær snúgva seg sanniliga eisini um heiður og æru, og um at vinna ella endurvinna rættin at prika fólkini hinumegin.


Í goymsluni eru hópin av minnisríkum grannadystum. Jan Guttesen sigur her frá grannastríðunum, ið hann minnist best sum spælari. Jan Guttesen spældi á besta mansliðnum árini 1993 til 2002. Hann spældi 160 dystur og skeyt 8 mál.


- Grannauppgerðirnar eru altíð serligar. Í Havn verður tú uppvaksin við, at tað er B36 ímóti HB, og so er restin líkamikið. Eg vaks upp í 80unum, tá ið HB altíð var millum bestu liðini í landinum, meðan B36 rann millum bestu og næstbestu deildina. Eisini í okkara árgangi var HB tað besta liðið við Julian Johnsson á odda, ið vit eisini eiga okkara leiklut í. Vit runnu aftaná, oftast sum nummar tvey. Hetta broyttist so líðandi í nítiárunum, og síðani var B36 sum oftast við yvirlutan í nógv ár. Seinastu árini hevur HB hinvegin havt munin, so her má vend koma í.



- Tað er serliga mánadagin eftir grannauppgerðirnar, at týdningurin av dystinum verður sjónligur. Hevur tú vunnið, so roynir tú at fara øll hugsandi ørindi í býnum fyri at heilsa upp á so nógv fólk sum tilber, kanska serliga HBarar. Hevur tú hinvegin tapt, so verður ikki farið til arbeiðis aftur fyrrenn týsdag ;-)


- Tað eru tvær, kanska tríggjar, grannauppgerðir, sum standa fremst í minninum. Báðar hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið í 2001 vóru minniligar. Vit vóru aftanfyri 1-0 í fyrru hálvfinaluni, men fingu vent dystinum. Eg skoraði sjálvur til 2-1, og vit vunnu 3-1. Uppleggið til seinnu hálvfinaluna var, at vit skuldu halda nullið so leingi sum tilber. Eftir bara tveir minuttir gjørdi eg ein Jesper Olsen, og so var HB á odda 1-0. Fleiri málið komu tíbetur ikki, so tað hevði ikki stórvegis týdning tá avtornaði. Vit vunnu greipuna tað árið.



- Næstseinasti dysturin árið fyri, í 2000, var eisini sermerktur. HB kundi við einum sigri mest sum vissa sær føroyameistaraheitið. Fáir minuttir vóru eftir, tá HB fekk brotsspark. Teir vóru á odda 2-1, so rómurin var øgiligur í HB-húsinum. Tey vóru so vís í sigrinum, at tey fóru at skjóta fýrverkarí. Tróndur Vatnhamar, sum vardi málið hjá okkum, bjargaði hinvegin brotssparkinum, sum Allan Mørkøre skeyt. Lítla løtu seinni, í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fóru vit so í álop, og Egil á Bø javnaði til 2-2. Tað, sum fleiri fólk minnast best frá dystinum var, at meðan allir B36-spælararnir lógu í einum trunka frammanfyri B36-húsinum, so viltist eg oman ímóti HB-húsinum at jubla. Tað var fyrstu og einastu ferð, at eg havi jublað saman við HBarum.


- Úrslitið bar í grundini við sær, at vit sendu FM suður til Vágs. Vikuna eftir taptu vit so eisini 2-1 á heimavølli fyri VB í síðsta og avgerandi umfarinum, sum var ógvuliga keðiligt…



Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page