top of page

Svenskur miðverji til B36

B36 hevur skrivað undir sáttmála við svenska Vilmer J. Rönnberg. Hann flytur í Gundadal úr Varbergs BoIS, sum spældi í bestu svensku deildini í fjør.


Rönnberg verður 22 ár í næstum. Hann er kvikur og vinstrabeintur miðverji, sum er sterkur í nærdystum og góður við bóltinum.


Rönnberg vaks upp í Hammerby, men flutti undan kappingarbyrjan í fjør til Varbergs BoIS, har hann var skrásettur fyri 13 landskappingardystir í fjør.


Avtalan er galdandi fyri 2024.



Rönnberg er annar verjuspælarin, sum í vetur er knýttur at hópinum. Norski Thomas Rømo Lilo skrivaði undir sáttmála í januar.


Vit ynskja Vilmer J. Rönnberg vælkomnum í Gundadal, og vit gleða okkum til samstarvið.

コメント


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page