top of page

Stigini telja

Ein av mest rótutu dystum okkara varð spældur við Stórá leygardagin. Tíbetur fingu vit togað stigini við okkum



Tað var sjáldan talan um nakað flótandi fótbóltsspæl, tá vit vitjaðu hjá botnliðnum. Tað tóktist, sum løgdu heimamenninir nógv fyri í eini desperatari roynd at vinna sær stig, og eitt nú fingu teir fleiri gul kort fyri kjaftaslit longu fyrsta hálva tíman.

Teir ávaraðu okkum eisini alt fyri eitt, tá Mattias bjargaði einum stútara frá Ndende, men spakuliga fingu vit fatur á spælinum, sum var at síggja á heldur trupla vøllinum.

Tað gav eisini úrslit eftir góðum korteri, tá gjøgnumbrotsroynd frá Hannes endaði við, at Pingel legði flatt til Thrane, sum av brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin flatt í netið.

So hildu vit, at meira friður kom yvir, men svarið frá vertunum kom skjótt. Teir høvdu longu ávarað okkum um, at teir eru vandamiklir við deyðbóltum, og hesa ferð stútaði finski verjuspælari teirra bóltin inn um strikuna.

Útjavnandi málið tóktist órógva okkum meira, enn gott var. Vit høvdu bóltin nógv mest, men tað varð ikki skapt tað heilt stóra, og tí var tað kærkomið, tá Alex snildisliga snýtti málverjan við frísparki av brotsteigarmarkinum.

Eftir steðgin høvdu vit lotið undan, men fyri tað heilt nógva var tað nú so, at TB hevði bóltin, meðan vit lúrdu eftir drepandi kontramøguleikanum.

Hann fingu vit eisini, men hóast serliga tann eini møguleikin var heilt stórur, so eydnaðist ikki at punktera spenningin, og tí sótu vit á nálum fram til dystarlok.

Hinvegin skal sigast, at talan ongan tíð gjørdist um nakran heilt stóran møguleika til heimaliðið. Eina ferð høvdu teir skot úr spískum og stuttari fjarstøðu, men tað var líka sum tað, so verjupartuin hjá okkum varð væl loystur. Hinvegin skaptu vit dekan ov lítið frameftir á degnum, men tá stigini koma til høldar, so mugu vit viðhvørt siga, at sjálvt spælið ikki var so týdningarmikið.


TB-B36 1-2 (1-2)

0-1: Mathias Thrane, 17.

1-1: Toni Takamaki, 19.

1-2: Alex Mellemgaard, 27.


B36: Mattias Lamhauge – Ragnar Samuelsen, Lukas Enevoldsen, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Hákun Edmundsson (Magnus H. Jacobsen, 66.), Mathias Thrane – Sebastian Pingel, Andrass Johansen, Hannes Agnarsson (Bjarki Nielsen, 78.) – Uros Stojanov (Hugin Samuelsen, 81.)

Gult kort: Hannes Agnarsson, Sebastian Pingel

コメント


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page