top of page

Spæla steypafinalu fyri 19. ferð

Leygardagin 2. november skulu menninir á Tórsvøll at spæla steypafinalu. Finaluplássið

kom til høldar herfyri, tá B36 vann 3-0 í undirhaldandi hálvfinaluni ímóti TB í Gundadali í síðstu viku. Hetta verður 19. ferð, at B36 skal spæla steypafinalu.


Nógv stendur upp á spæl. Umframt stóra heiðurin at vinna steypakappingina, so er

sannlíkt, at ársins steypavinnari fer beinleiðis í annað umfar í Conference League næsta

ár. Orsøkin eru góðu úrslitini, sum føroysk lið sum heild hava fingið í teimum evropeisku

kappingunum seinastu árini. Tað hevur eisini ávísan fíggjarligan týdning, tí feløgini fáa

samsýning eftir, nær í kappingini tey verða sligin út.


B36 hevur vunnið heimligu steypakappingina sjey ferðir. Bara HB hevur vunnið kappingina

oftari, heili 29 ferðir.


Seinastu tvær steypafinalurnar, sum vit hava spælt, eru vunnar við brotssparkskapping. Í

2021 vunnu vit á NSÍ, og í 2018 vunnu vit minnisríku steypafinaluna á HB, har vit komu

afturíaftur við bara 9 monnum á vøllinum.


Eina ferð hevur B36 vunnið eftir longda leiktíð. Tað var í 2003 á GÍ. Úrslitið var 1-1 eftir

vanligu leiktíðina, men vit fingu tvey mál í longdu leiktíðini. Jens Kristian Hansen, John

Petersen og Jákup á Borg skutu málini tann dagin.


Flestu steypafinalurnar spældi B36 í sekstiárunum. Vegurin í steypafinaluna var vanliga

ikki serliga drúgvur tey árini. Okkurt árið vóru bara trý lið við í kappingini, og onnur ár vóru

bara fýra ella fimm lið við. B36 tapti seks steypafinalur í sekstiárunum og vann ta einu. Tað

var í 1965, sum eisini var fyrsti steypasigurin í søgu felagsins. B36 vann 3-2 á HB tann

dagin í oktober. Baldvin Baldvinsson skeyt tvey av málunum, og Hugin Samuelsen hitt.

Næsti steypasigurin kom í hús heili 26 ár seinni. Tað var eisini við sigri á HB. Bergur

Magnussen skeyt einasta málið í dystinum tann dagin.


2. november verður so møguleikin at vinna áttanda steypasigurin. Tað er framvegis ikki

greitt, hvør mótstøðan verður. Seinni hálvfinaludysturin millum Víking og HB var avblást

fyri veður, og nýggjur dystur er ásettur at vera í Sarpugerði tann 22. august. HB hevur

lítlan fyrimun undan dystinum, tí grannarnir vunnu fyrru hálvfinaluna millum liðini 1-0.



Steypafinalur, sum B36 hevur spælt


2021 NSÍ – B36 1-1 B

2018 B36 – HB 2-2 B

2017 B36 – NSÍ 0-1

2008 EB/Streymur – B36 3-2

2006 B36 – KÍ 2-1

2003 B36 – GÍ 3-1 L

2001 KÍ – B36 0-1

1999 B36 – KÍ 1-3

1991 B36 – HB 1-0

1972 HB – B36 6-1

1969 HB – B36 2-0

1968 HB – B36 2-1

1967 KÍ – B36 6-2

1965 B36 – HB 3-2

1964 HB – B36 4-3

1963 HB – B36 7-1

1961 TB – B36 2-0

1959 HB – B36 1-0


Steypavinnarar samanlagt


HB 29

B36 7

GÍ 6

KÍ 6

Víkingur 6

TB 5

EB/Streymur 4

NSÍ 3

Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page