So verður hjálparfólkaveitslan aftur


Givnu umstøðurnar hava tarnað henni í tvey ár, men nú kunnu vit loksins hava stóra hugnakvøldið fyri øllum hjálparfólkum okkara


Hjálparfólkaveitslan er løtan, har vit øll, ið so ella so eru við til at fjálga um B36, hava eina hugnaløtu saman.

Vanliga hevur veitslan verið hildin beint undan kappingarbyrjan, men corona-farsóttin hevur argað somikið seinastu tvey árini, at veitslan ferð eftir ferð hevur verið útsett ella avlýst. Soleiðis verður eftir øllum at døma ikki hesaferð, og 23. apríl er settur sum dagurin, har vit aftur sessast við borðið í felagshúsi okkara.

Á skránni er góður matur, sangur, lutaseðlasøla og annars bara hugni.

So hevur tú eitt heitt B36-hjarta, er bara at tekna seg til kvøldið. Tilmelding fer fram hjá Símun Midjord. Annaðhvørt við at senda teldupost til smidjord@ph.fo ella við at ringja til Símun á tlf 235340.

 

FELAGSTÍÐINDI