24 ára gamli Hannes Agnarsson hevur verið fastur fúsur á besta mansliðnum seinastu sjey árini. Framrættaði hvirluvindurin kom úr egnari veltu, og av tí sama sigur tað seg sjálvt, at grannadystirnir ímóti HB hava altíð verið serstakir. Eisini, tá ið hann var smádrongur.
- Eg vaks upp í einari sannari B36-familju, har rivaliseringin og heiðurin at vera best í høvuðsstaðnum hevði serligan týdning. Av somu orsøk var hetta altíð ein tann týdningarmesti dysturin í árinum, sama hvussu liðini annars stóðu seg í landskappingini. Tað er einki broytt. Eg gleði meg framvegis til grannastríðini, tí tey hava meira at siga enn hasi trý stigini. Hesir dystirnir eru meira kensluríkir enn aðrir. Tað er ein fantastisk kensla at vinna á HB, men tað er eisini ræðuligt at tapa grannadystirnar, sigur hann.
Hannes Agnarsson átti avgerandi leiklut í minniligu steypafinaluni ímóti HB í 2008. B36 spældi við bara níggju monnum og var aftanfyri 2-1, tá hann brádliga kom at standa væl fyri inni í brotsteiginum eftir hornaspark. Steypafinalan er eisini tann grannadysturin, sum hann minnist best.
- Tað er helst tann mest minnisverdi dysturin, sum eg fari at spæla og uppliva yvirhøvur. Orsøkin er sjálvsøgd, tí vit eyðmýktu HB í einari steypafinalu við níggju monnum. Tað hendir ikki hvønn dag. Afturat tí, so javnaði eg sjálvur til 2-2 í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, so onkursvegna átti eg ein serligan leiklut í sigrinum. Eg hoyri framvegis fyri tann dystin, so hann verður neyvan nakrantíð gloymdur.
Comentarios