top of page

Skulu aftur á beint

Úrtøkan hjá besta mansliðnum hevur verið soltin seinastu vikurnar. Eitt stig spurdist burturúr dystunum ímóti 07 Vestur, NSÍ og Víkingi, og nú ræður um hjá spælarahópinum at koma aftur á lagið í kvøld.


- Í seinna hálvleiki ímóti Víkingi mugu vit bara ásanna, at mótburðurin ikki varð handfarin nóg væl, og bæði avrikið og úrslitið vóru als ikki nóg góð, sigur høvusvenjarin Dan Brimsvík.

Hann er eisini ivaleysur um, at B36 hevur havt mótgang seinastu tíðina.


- Fótbóltur kann vera eirindaleysur, tá mál ikki fæst burturúr møguleikunum, sum m.a. var støðan ímóti 07 Vestur. Vit spældu okkum í fleiri góðar støður, men ístaðin fingu vágamenn, sum høvdu tvey skot á okkara mál, eitt stig við sær úr Gundadali.


Høvusvenjarin ásannar, at hesar báðar seinastu dystirnar hevur B36 ikki fingið nóg nógvar møguleikar burturúr leikligu yvirvágini. Og teir møguleikarnir, sum eru komnir, eru ikki gagnnýttir til fulnar.


- Ein orsøk er positioneringin á vøllinum, har vit til tíðir brúka ov nógvar spælarar í uppbyggjandi spælinum, og av tí sama ikki hava verið nóg væl mannaðir í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum. Víkingarnir vóru kyniskir og revsaðu okkum við sínari fyrstu atsókn í einum dysti, sum vit annars høvdu stýrt fult og heilt.


Nú ræður um at koma aftur á beint. Tveir heimadystir eru á skránni komandi dagarnar. Steypadystur ímóti Skála í dag, og mánadagin verður landskappingardystur ímóti ÍF.


- Tað er altíð stuttligt hjá spælarunum at spæla fleiri dystir innan stutta tíð. Tað krevur, at vit brúka fleiri spælarar, so tað vera helst fleiri enn vanligt, sum fáa møguleikan. Eftir tapið í Sarpugerði fegnast vit eisini um, at vit spæla longu aftur í dag, sigur hann.


Í hópinum eru teir framvegis bjartskygnir um at fáa góð úrslit komandi tíðina.


- Umframt bæði restitutiónsvenjingar og taktiskar venjingar, so hava vit seinastu dagarnar greinað og tosað um dystin í Sarpugerði og sett okkum nøkur deilmál fyri komandi tíðina. Skála hevur staðið seg væl í ár, og teirra sterka verjuketa kann gera tað trupult at spæla ímóti teimum. Hetta er ein dystur, sum vit taka í størsta álvara, sigur Dan Brimsvík, høvuðsvenjari.



Commenti


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page