top of page

Skifta nú ovara vøll

Komandi vikurnar verður arbeitt við at skifta graslíkið – vit gleða okkum til 25. mai, tá arbeiðið eftir ætlan er liðugt



Tórshavnar kommuna fer nú undir arbeiðið at skifta nógv umrødda graslíkið á heimavølli okkara.

Boðað verður frá, at meðan arbeiðið fer fram, koma aktfør, maskinur og arbeiðsfólk at virka á og kring vøllin.

Børn, ung, foreldur, venjarar – ja, vit øll – eiga at vísa stórt ansni við trygdini, meðan arbeitt verður. Tí verður staðiliga mælt til, at vit øll halda okkum uttanfyri vallargirðingina við ovara vøll og annars tey avmerktu økini. Serliga sunnanfyri vøllin – t.e. endin við B36-húsið.

Ætlandi er nýggja graslíkið liðugt og klárt at taka í nýtslu 25. mai.

Kommentarer


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page