top of page

Sigursharrin Søjberg

Góðar fimmogtjúgu minuttir á vøllinum og tvey sigursmál ímóti trífaldu føroyameistarunum.


Tað var við einum braki, at Anton Søjberg vísti seg fram í føroyskum fótbólti á fyrsta sinni í gjár. Álopsspælarin er eisini sjálvur tikin av fótum av góðu byrjanini.


- Hetta var ein serlig uppliving, sum eg fari at bera við mær í langa tíð. Hýrurin var framúr góður í B36-húsinum, og í spælarahópinum eru vit sera fegnir um at kunna takka fyri stuðulin við einum sigri, sigur tvífaldi málskjúttin.



23 ára gamli Søjberg kom til Føroya fyri bara níggju døgum síðan. Hann hevur havt ávísan áhuga fyri B36 í eina tíð av teirri orsøk, at Lukas Enevoldsen og hann hava kenst í nógv ár, og fyri fáum vikum síðan kom so upp á tal at skifta til B36.


- Enevoldsen hevur altíð tosað so hjartaliga um B36. Herfyri segði eg sáttmálan upp við HK Kópavágs, tí ávísar treytir í avtaluni ikki vóru hildnar, og tá fóru vit báðir so smátt at umhugsa og umrøða møguleikan at flyta til Føroya. Eftir nakrar samrøður við Dan, har hann gav mær innlit í ambitiónirnar og arbeiðslagið í B36, var eg sannførdur, sigur hann.


Anton hevur eisini sett sær greið mál fyri hetta kappingarárið. Persónliga vil hann geva eitt sjónligt íkast við fleiri málum og uppleggum, og hann sigur seg vera greiðan yvir, at tað krevur hart arbeiði í gerandisdegnum.


- Eg rokni eisini við, at liðið fer at standa seg sera væl í heimligu kappingini, og vit miða eftir at røkka einum serligum úrsliti. Liðið er væl útborið, og vit vita, at tað krevur góðan hugburð, og at vit leggja alla orku í hetta arbeiðið, sigur Anton Søjberg.


B36 - KÍ 2-0 (0-0)

1-0 Anton Søjberg, 80.

2-0 Anton Søjberg, 93.

B36: Bjarti Vitalis Mørk - Magnus Egilsson (Símun Sólheim, 88.), Vilmer Ronnberg, Thomas Lillo, Jann Benjaminsen - Jelle van der Heyden, Mattias Hellisdal (Anton Søjberg, 65.), Andrass Johansen - Bjarki Nielsen (Hannes Agnarsson, 73.), Marius Kryger Lindh, Zean Dalügge (Andrias Eriksen, 88.)

Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page