Sannførandi sigur

Vit vóru støðugt omaná, og tá málini eisini komu, gjørdist talan um tryggan útisigur





Upptaktin til dystin var annars ikki tann besta hjá Dan og hansara monnum. Fríggjadagin fekk Tobias skaað undir venjing, og undir upphitingini í dag mátti Alex eisini gevast.

Tað viðførdi eina heldur øðrvísi uppstilling, har Benjamin var 10’ari, meðan Martin var vinstri bakkur, men hetta tóktist nú ikki at bila tað heilt stóra.

Ikki tí. Talan var ikki um totala yvirvág, men vit høvdu takið. Og tá tað ráddi um at skapa møguleikar, vóru vit greitt omaná. Men tá fyrst Hugin og síðani Hannes misnýtti direktørar, so vóru vit ikki heilt álvulig uttan fyri vøllin.

Tað eydnaðist tó at koma framum, tá Hannes setti mótstøðumann av, áðrenn hann lyfti perfekt til Hugin, sum stútaði í netið, og so komu nervarnir líka sum upp á pláss. Tað kundi verið til meira undan steðginum, men Hannes visti kanska ikki heilt, hvussu leysur hann var, og so var tann møguleikin burturi.

Hannes brúkti tó bert 40 sekund eftir steðgin, áðrenn hann hevði bøtt um skaðan. Í fyrsta álopinum eftir steðgin varð Ragnar sendur avstað í høgru. Ein verjuspælari fekk blokkað innleggið, men ikki longur enn til Hannes, sum sendi leðurkúluna flatt í netið.

So vóru vit á cruise-control, og lagið á og uttan fyri vøllin gjørdist bara betri. Okkara menn sótu á at kalla øllum, og tá heimamenninir loksins leitaðu sær frameftir, revsaðu vit teir. Hesa ferð varð Benjamin sendur avstað, og so kundi hann rulla bóltin til ein púra leysan Hugin, sum skoraði sítt næsta mál.

Benjamin slapp sjálvur at seta punktum, tá hann átti seinasta fótin eftir uppspæl í høgru, og so var bara spurningur, hvussu trygt alt skuldi verða. Málini gjørdust ikki fleiri, men tað var hugaligt at sígga, at bæði Pingel og Andrass komu inn, og tað ber boð um, at Dan skjótt hevur fleiri kort at blanda. Men tað sigur einki um, at vit skulu hava ein annan centerforward, tí vikarurin gjørdi tað nú slettis ikki so galið 😉


EB/Streymur-B36 0-4 (0-1)

0-1: Hugin Samuelsen, 29.

0-2: Hannes Agnarsson, 46.

0-3: Hugin Samuelsen, 63.

0-4: Benjamin Heinesen, 69.


B36: Mattias Lamhauge – Ragnar Samuelsen, Lukas Enevoldsen, Andrias Eriksen (Bjarni Petersen, 73.), Martin Agnarsson – Mathias Thrane, Magnus Holm Jacobsen (Sebastian Pingel, 79.) – Hannes Agnarsson (Andrass Johansen, 85.), Benjamin Heinesen, Bjarki Nielsen – Hugin Samuelsen




 

FELAGSTÍÐINDI