top of page

Søjberg hevur skrivað undir   

Anton Søjberg er seinnapartin knýttur at besta manshópinum.


Hann er 23 ár og kann spæla á teimum framrættaðu plássunum. Anton er sprelskur spælari við góðum bóltførleika.


Danski álopsspælarin flytur til Føroya úr Íslandi, har hann spældi fyri HK, Handknattleiksfélag Kópavogs, í heyst. Hann skeyt fýra mál í níggju landskappingardystum, sum var eitt umráðandi íkast til, at hann og liðfelagarnir sluppu undan niðurflyting.


Hann hevur fyrr spælt fyri Braband IF, Skive IK og Vendsyssel FF í triðbestu og næstubestu deildini í Danmark.


Bíðað verður nú eftir, at øll loyvini eru komin upp á pláss. Tað er av somu orsøk ikki vist, at Anton verður við í hópinum, sum sunnudagin skal spæla á Svangaskarði.


Herfyri var greitt, at Michal Przybylski ikki fer at spæla komandi vikurnar. Hann hevur verið illa darvaður av skaða, sum krevur, at hann nú fer eina undir skipaða endurvenjing.

Avtalan millum B36 og Søjberg er galdandi fyri kappingarárið 2024.




Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page