top of page

Sólvá er sett í starv sum samskipari

B36 hevur sett Sólvá Joensen í fulltíðarstarv sum samskipari. Hon byrjar í starvinum í morgin, 15. apríl.


Arbeiðsuppgávur hennara fara at fevna víða. Saman við starvsnevndini, ungdómsnevndini og øðrum starvsfólkum í felagnum fer hon at hugskotsmenna, seta í verk og samskipa tiltøk. Hon fer at hava ábyrgdina av fyrisitingarligum uppgávum og evropadystum, umframt at dagføra og menna samskiftistilfar.


Sólva hevur fyrr m.a. arbeitt sum innkeypari í Banedanmark, PFA og Telia. Hon er 46 ár og sannur B36ari. Í nógv ár var hon stuðulsleikari og liðskipari á okkara besta kvinnuliði, millum annað meistaraárini 1996 og 1998. Hon var eisini við, tá kvinnurnar vunnu steypakappingina í 1994, 1995, 1997 og 2005. Sólvá spældi í alt 142 dystir og skeyt 83 mál fyri B36. Hon hevur eisini spælt fyri Skjold og FVK í bestu donsku deildini.


Frammanundan er Jan Poulsen í starvi sum ítróttastjóri, og í B36 eru vit sera fegin og heppin at hava fingið Sólvá afturat starvshópinum, heldur forkvinnan Marita Debess Magnussen.


- B36 er eitt stórt felag, og tað er umráðandi við einum skipaðum bygnaði fyri at fáa bæði fyrisitingarliga og ítróttaliga arbeiðið í gerandisdegnum at glíða so væl sum tilber. Við Sólvá fáa vit røttu førleikarnar at samskipa víðfevna virksemi í felagnum bæði inneftir og úteftir, sigur hon.


Vit ynskja Sólvá hjartaliga til lukku við starvinum og gleða okkum til samstarvið.



Comentarios


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page