top of page

Sólheim aftur til B36

Eftir nøkur ár í útlegd verður Símun Sólheim nú aftur partur av B36



Símun Sólheim er eitt av heilt spennandi nøvnunum í føroyskum fótbólti. Framrættaði spælarin, sum kann røkja pláss á bæði kantinum og mitt fyri, er B36’ari av uppruna, men nøkur av ungdómsárunum var hann hjá grannunum, og seinastu tvey árini hevur hann veruliga prógvað seg sum Betri-spælara í EB/Streymi.

Nú verður tað tó hjá okkum, at Sólheim skal royna seg, og sjálvur heldur hann, at hetta er rætta fetið í framhaldandi menningini hjá sær.

- Eg havi havt tvey góð ár í EB/Streymi, har eg havi trivist væl, spælt nógv og ment meg nógv. Men eg haldi eisini, at tíðin nú er tann rætta hjá mær at taka næsta stóra fetið, og har passar B36 sum fótur í hosu hjá mær.

Vit halda eisini, at Símun passar sum fótur í hosu hjá okkum, og ikki minst fegnast vit um, at spælarin nú aftur er heima í felagnum, har fótbólturin byrjaði. Og tað passar eisini Símuni væl.

- Tað er eitt sindur sum at koma heim. Eg havi vant tvær ferðir við nýggju liðfeløgunum, og eg havi alt fyri eitt kent meg sum heima, so eg gleði meg, til eg aftur kann tørna út fyri felagið, sigur Símun Sólheim. Sáttmalin við Símun er galdandi fyri tey bæði næstu árini.


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

B36

Gundadalur

Postboks 1136

FO-110 Tórshavn

Føroyar / Faroe Islands

Tel. +298 311936

Fax +298 318036

b36@b36.fo

www.b36.fo

B36 logo.png

MIÐVÍSI

SAMANHALD

VINNARAVILJI

ECA-logo_2.png
Betri-deildin.png

©2023 B36. Øll rættindi tilskilað. 

bottom of page