Leygarkvøldið klokkan 20 spæla vit á Tórsvølli móti HB. Longu tveir tímar undan dystinum byrjar upphitingin í B36-húsinum
Tá grannauppgerð er á skránni, ræður um at vera til reiðar. Og tað vilja vit verða leygarkvøldið, tá vit spæla dyst móti grannunum úr HB, sum fyribils hava lagt seg á odda í Betri-deildini.
Dysturin er klokkan 20, men longu klokkan 18 lata vit dyrnar upp í B36-húsinum. Á skránni verður millum grillaðir pylsur, har eisini ber til at keypa sær okkurt leskandi afturvið, andlitsmáling, fanshop, B36-tónleikur og bara gott lag.
Tá klokkan nærkast 20 verður farið yvir á Tórsvøll, og so er bara eftir at díkja á okkara menn í samfullar 90 minuttir. Júst soleiðis sum vit duga betur enn nakar annar.
Comments