Rúni Sundberg Paturson er nú høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum, og tað verður hann fram til summarsteðgin.
Hann tekur við eftir Arnbjørn Danielsen, sum hevur havt ábyrgdina av kvinnuliðnum í ár.
Rúni Sundberg Paturson hevur verið hjálparvenjari í ár, og hann verður sostatt eisini á síðulinjuni í morgin, tá kvinnurnar fáa vitjan av samansetta suðuroyarliðnum. Tann dysturin er klokkan 15.00.
Arnbjørn Danielsen hevur fingið starv sum venjari hjá U17 í danska AC Amager Academy. B36 takkar honum fyri tíðina og ynskir honum bestu eydnu við nýggju uppgávuni.
Comments