Rói Hansen spældi aftur allan dystin á tamb sum vinstri vongverji í gjár. Stríðshugurin er altíð góður, og avrikið var aftur hesaferð gott og trygt.
Hann hevur nú verið við í fýra dystum fyri besta mansliðið.
- Tað kendist sum, at vit høvdu tamarhald á øllum dystinum og vunnu uppiborið, sigur hann um sigurin á Skála.
Úrslitið var 3-0.
20 ára gamli Rói Hansen hevur vant við besta manshópinum í alt ár. Fyrstu vikurnar av kappingini var hann stuðulsspælari á næstbesta liðnum, sum hevur staðið seg sera væl í ársins landskapping.
Hann fekk møguleikan á besta liðnum, tá skaðar darvaðu, og hann fekk sínar fyrstu minuttir í steypadystunum ímóti NSÍ og TB.
Seinastu vikuna hevur hann so spælt báðar dystirnar ímóti ÍF og Skála.
- Tað hevur verið ein super góð kensla, tí vit eisini hava vunnið báðar dystirnar. Tað kennist væl loksins at kunna vera við í kappingini um plássini á besta liðnum í barndómsfelagnum, sigur hann.
B36 - Skála 3-0 (2-0)
1-0 Gutti Dahl-Olsen, 15.
2-0 Marius Kryger Lindh, 45.
3-0 Mattias Hellisdal, 67.
B36: Silas Eyðsteinsson - Rói Hansen, Thomas Lillo (Benjamin Heinesen, 62.), Magnus Egilsson, Jann Benjaminsen (Símun Sólheim, 82.) - Mattias Hellisdal, Michal Przybylski (Rani í Soylu, 75.), Anton Søjberg - Bjarki Nielsen (Hannes Agnarsson, 75.), Gutti Dahl-Olsen (Tobias Hansen, 82.), Marius Kryger Lindh
Comments