Praktisk kunning !

Í samband við UEFA Conference League dystin hóskvøldið 21. juli kl 18:00 millum B36 og Tre Fiori úr San Marino, so eru krøvini rundan um dystin nøkur onnur enn vanligt er í Betrideildini :



- Inngongdir eru bert við høvuðsdyrnar í B36 húsinum og Betri-Skýlinum - Tá B36 húsið er fult, verða áskoðarar bidnir um at fara yvir í Betri-Skýlið ( mugu ganga allanvegin runt um Tórsvøll, so møtið í góðari tíð ) - Tey sum koma inn við Betri-Skýli sleppa ikki yvir í B36 húsið og tey sum koma inn við B36 dyrnar, sleppa ikki yvir í Betri-Skýli - Øll skulu sita, antin í B36 ella Betri - Skýlinum, - Ikki er loyvt at hava fløskur, blikk og líkn. inn við - Atgongumerkjaprísur er kr. 100,- ( aldursmark at gjalda er 16 ár ) - Gjaldskortterminalar eru við báðar inngongdir - B36 árskort 2022 eru galdandi til dystin - Man sleppur ikki út og inn av stadion, tá man er komin inn - Ikki er loyvt at fara inn á vøllin. - Ongin parkering við B36 húsið.

 

FELAGSTÍÐINDI