Veðrið var av tí besta, og tað var spælið eisini, tá vit hølvaðu EB/Streym ígjøgnum
Várlýðkan tykist nú hava fingið fastatøkur, og fyri okkara viðkomandi eru hitastigini nú eisini í ferð við at koma á talvuna.
Í dag høvdu vit vitjan av EB/Streymi, sum í teimum báðum seinastu útidystunum veruliga hevur gjørt um seg við fýra av seks møguligum stigum móti ávíkavist Víkingi og HB.
Nøkur sensatión varð tó av ongum hesaferð. Tað gingu ikki meira enn eini 4-0 sekund, áðrenn Michal hevði hamrað bóltin í kassan eftir innlegg frá Benjamin og snilda avlegging frá Andrass.
Hetta mundi oyðileggja tað mesta av taktiska upplegginum hjá gestunum, og talan var at kalla um einvegis ferðslu.
Andrass átti meira enn bara fótin við, tá tað gjørdist 2-0. Hesa ferð fór hann einar 50 metrar sjálvur, og komin at baklinjuni megnaði hann júst at finna Bjarka, sum sendi kúluna í netið, og so var sigurskósin mest sum púrasta vís.
Undan steðginum økti Símun Sólheim, tá framúr uppspæl í vinstru varð avgreitt eins framúr hegnisliga, og so var allur ivi beindur burtur, áðrenn vit skuldu í holtur við seinnu trý korterini.
Her var heldur ikki øll verðin sett ígongd fyri at seta ferðina upp. Okkara vistu fullvæl, at nú skuldi sigurin bara koyrast heim, men onkur óneyðug kort komu tó á kontina, og tað átti ikki at hent.
Hinvegin fingu vit tvey mál afturat móti dystarenda. Tað fyrra bankaði Uros inn, eftir at Bjarnki í fyrru atløgu endaði gjøgnumbrot við at senda á stólparótina, og at enda var tað Benjamin, sum kundi runda av eftir fínt álop í høgru.
5-0 ljóðar trygt, og tað var tað eisini. Veruleikin er, at Mattias ikki hevði eina einastu bjarging, og tað boðar frá tryggum verjuspæli, sum eisini var ein fragd at síggja.
B36-EB/Streymur 5-0 (3-0)
1-0: Michal Przybylski, 1.
2-0: Bjarki Nielsen, 20.
3-0: Símun Sólheim, 33.
4-0: Uros Stojanov, 81.
5-0: Benjamin Heinesen, 86.
B36: Mattias Lamhauge – Símun Sólheim, Thor Høholt (Mattias Joensen, 85.), Sonni Ragnar Nattestad (Bjarni Petersen, 71.), Benjamin Heinesen – Magnus H. Jacobsen, Eli F. Nielsen – Andrass Johansen (Martin Agnarsson, 71.), Michal Przybylski (Ragnar Samuelsen, 40.), Bjarki Nielsen – Brian Jakobsen (Uros Stojanov, 72.)
Gult kort: Thor Høholt, Sonni Ragnar Nattestad
Comments