top of page

Fótbóltur fyri øll í B36

Saman við FSF og Parasport Føroyar fer B36 nú undir átak, har 8-12 ára gomul børn við serligum tørvi fáa fastar venjingartíðir





Fótbóltur skal vera eitt spæl fyri øll, og tað er orsøkin til, at B36 í samstarvi við FSF og Parasport Føroyar nú fer at hava skipaðar venjingar fyri børn við serligum tørvi.

Tað verða Kevin Welby og Dávur Brøðraberg, sum koma at standa fyri hesum venjingum, og teir báðir gleða seg til at sleppa í gongd.

- Málið er at skapa stuttligar og áhugaverdar venjingar, soleiðis at eisini tey børn, ið hava avbjóðingar í gerandisdegnum, skulu kenna seg vælkomin í fótbóltsumhvørvinum her hjá okkum, sigur Kevin Welby.

- Hartil vóna vit, at vit við tíðini kunnu skapa eitt ella fleiri lið, sum kunnu kappast móti øðrum liðum hjá øðrum føroyskum feløgum.

- Hóast korona-vegleiðingar sjálvandi skulu haldast, so vilja vit eisini skapa eitt umhvørvi, har bæði børn og foreldur koma hvørjum øðrum við. Soleiðis verður eisini kaffi og te til foreldrini, meðan børnini ætlandi eisini fáa okkurt smávegis. Vit eru sera fegin um, at FSF eisini er ein aktivur partur av hesum, og okkara partur skal ikki liggja eftir í royndini at røkka málinum, sigur Kevin.

Fyrsta venjingin verður nú fríggjadagin klokkan klokkan 18.

Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page