Ov lítið veiggj í

Vit høvdu onkra góða løtu undan steðginum, men yvirhøvur var tað so, at vit ikki fingu ferð á, fyrr enn vit vórðu ein mann í undirtali


Á útivølli móti Víkingi vita øll, at tað er eitt, sum ræður meira enn alt annað. At arbeiða hart.

Tað vóru okkara menn ivaleyst eisini fullgreiðir um í dag, tá teir fóru á vøllin, men onkursvegna tóktist tað, sum vóru beinini ov tung.

Fyrsta knappa hálva tíman var tað yvirhøvur so, at Víkingarnir sótu á tí mesta. Teir trýstu okkum høgt uppi á vøllinum, og fleiri ferðir brutu teir uppspælið, so teir við kvikum eitt-tvey spæli kundu skapa vandastøður, uttan at heta tó gav tann heilt opna møguleikan.

Tá vit einstakar ferðir megnaðu at spæla skjótt úr trýstinum, komu møguleikar eisini okkara veg, men ólukkutíð kom ein fótur á, beint áðrenn Uros kundi medda til.

Seinasta korterið av hálvleikinum komu vit tó betur við. Vit høvdu bóltin nógv á Víkinga-hálvuni, og ta einu ferðina var veruligur vandi á, tá Pingel úr spískum knallaði til, eftir at hann hevði flutt mótstøðumenn við kroppinum.

Tað gav vónir til seinna hálvleik, men aftur var støðan, at vit stóðu ov nógv á hælinum. Vertirnir vunnu mest sum allar nærdystir, og eitt støðugt trýst kundi næstan ikki annað enn enda galið. Og tað gjørdi tað eisini.

Horna varð tikið úr vinstru, og tá Gunnar Vatnhamar stútaði innfyri aftur, og so var Martin Klein Joensen á rætta staðnum og beindi bóltin í netið.

Vit vóru líka sum ikki við í dystinum, og tá Magnus fekk sítt seinna gula kort, sá heilt svart út.

Hetta tóktist tó at birta ein neista – um ikki annað av øði – í okkara spælarum, og seinasta korterið var frá okkara síðu helst tað besta í dystinum. Vit fingu onkrast góður støður – serliga í høgru síðu, og eina ferð var Uros sera nær við at stúta okkum upp á javnt, men bólturin hevði tíverri ikki nóg nógva ferð.

Næstur einum máli var Thrane, tá ein heimamaður bjargaði á málstrikuni, eftir at Uros fyrst hevði stútað móti málinum, men tað gjørdist ikki meira enn næstan.

Soleiðis máttu vit stigaleysir til Havnar, og nú er at venda eyguni móti komandi sunnudegi, tá NSÍ vitjar. Júst NSÍ er liðið, sum vit berjast við um fjórða plássið á stigatalvuni, og tað plássið kann vísa seg at hava stóran týdning í telvingini um europiskan fótbólt í 2022.


Víkingur-B63 1-0 (0-0)

1-0: Martin Klein Joensen, 69.


B36: Mattias H. Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas Enevoldsen, Andrias Eriksen, Martin Agnarsson (Hannes Agnarsson, 64.)- Magnus Holm Jacobsen, Mathias Thrane – Sebastian Pingel, Ragnar Samuelsen (Hákund Edmundsson, 83.), Bjarki Nielsen (Alex Mellemgaard, 58.) – Uros Stojanov

Gult kort: Benjamin Heinesen, Sebastian Pingel, Magnus Holm Jacobsen

Reytt kort: Magnus Holm Jacobsen



 

FELAGSTÍÐINDI