top of page

Nýggjur maður til álopspartin


B36 hevur skrivað undir sáttmála, sum knýtir Tobias Christensen at hópinum


Danski Tobias Christensen er nýggjur maður í hópinum hjá B36 Tobias er sáttmálaspælari hjá Vendsyssel, men hann er nú partur av leigusáttmála, og er tí tøkur hjá Dan Brimsvík, tá fyrsti dysturin í Betri-deildini verður spældur um 10 dagar.

Tobias verður lýstur sum ein kvikur spælari, ið kann røkja flestu framrættaðu pláss á vøllinum. Bæði mitt fyri og í borðunum. Hann hevur góðan bóltførleika og dugir eisini væl at finna viðspælarar sínar, og vit gleða okkum avgjørt til at síggja hann á vøllinum.


Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page