Michael Murillo Haase úr Danmar verður frá 1. juni høvuðsungdómsvenjari hjá B36
B36 hevur gjørt avtalu við 34 ára gamla Michael Haase, sum um góðan mánað verður nýggjur høvuðsungdómsvenjari hjá okkum.
Michael er úr Kastrup í danska høvuðsstaðnum, og hann hevur í fleiri ár arbeitt við ungdómsvenjing í eitt nú A27, Tårnby og Dragør.
Nú verður tað so í B36, at Michael skal royna seg, og tað er ein avbjóðing, sum hann gleðir seg til.
- Tá fyrispurningurin kom hevði eg nøkur góð prát við Dan Brimsvík og Magna V. Mouritsen, og hetta kyndi veruliga mín áhuga.
- Vit gjørdu av, at eg kom upp til eitt prát, og eftir at hava prátað við starvs- og ungdómsnevndin um felagið og ætlanirnar her, var mín búkkensla, og hetta var eitt felag, sum hóskar væl til mín.
- Eg eri spentur upp á koma ígongd. Hitta venjarar og spælarar og at arbeiða víðari við grundarsteinunum, sum onnur hava lagað undan mær.
- Og eg haldi meg kunna siga, at felagið kann rokna við einum eldhugaðum persóni, sum leggur nógva orku í at menna venjarar felagsins – og harvið spælararnar, samstundis sum vit vilja skapa eina støðuga tilgongd til leikaramenningina í felagnum, sigur Michael.
Í fjør var Tummas Erling Djurhuus høvuðsungdómsvenjari hjá okkum. Tummas Erling hevur fyribils røkt sessin, meðan vit hava leitað eftir rætta persóninum at taka við, og eru vit í felagnum takksom fyri ta hjálp, sum Tummas Erling hevur veitt okkum í hesum sambandi.
Sáttmálin við Michael tekur við 1. juni, og hann er galdandi fram til árslok 2022.
Comments