Setningurin hjá Dan Brimsvík og hansara monnum er púra greiður. Nú snýr tað seg um at halda fast í silvurkrónunum.
- Uppgávan hjá okkum er at vinna hesar báðar seinastu landskappingardystirnar, so vit fáa fatur í silvurkrónunum. Eydnast tað, so haldi eg, at vit kunnu vera nøgdir við kappingarárið, sigur høvuðsvenjarin.
Úrtøkan hevur sum heild verið góð í ár. 56 stig eru komin í stigaposan higartil, og aftur í summvar vóru avrikini góð í Evropa. Stigatalvan talar sítt greiða mál, men høvuðsvenjarin fegnast eisini um, at framgongdin í spælinum hevur verið týðilig.
- Taktiskt hava framstigini verið stór. Vit hava munandi fleiri amboð í amboðskassanum, tað eru fleiri avtalur á liðnum, og samanspælið millum ávísar spælarar er vorðið betri. Vit hava eisini havt størri fokus á deyðbóltsstøður í ár, og tølini siga, at vit eru millum tey stinnastu á tí økinum. Tað fegnast vit eisini um, sigur Dan Brimsvík.
Í dag verður ársins seinasti heimadystur. Og avbjóðingin er stór. Føroyameistararnir úr Klaksvík koma á vitjan í Gundadali.
- Eg rokni aftur hesaferð við einum tøttum og intensum dysti. Hesi liðini spæla ofta kontant, tá ið tey bresta saman, og eg rokni ikki við, at tað verður øðrvísi hesaferð, sigur hann.
Comments