Í komandi viku verður Kaimar Saag aftur í B36-húsinum. Hesaferð í skiftingarrúminum hjá mótstøðuliðnum. Estiski framherjin er við í hópinum hjá Paide Linnameeskond, sum kemur til Føroya at spæla fyrra dystin í fyrsta umfarinum í UEFA Conference League.
- Eg gleði meg at vitja aftur í Gundadali. Eg veit av royndum, at tað verður ein trupul uppgáva, men vit miða eftir einum góðum evropeiskum avriki aftur í ár, og fyrsta stig er eitt gott úrslit ímóti B36, sigur hann.
Kaimar Saag var álopsspælari hjá okkum í 2018. Hagtølini siga, at hann skeyt 15 mál í 38 dystum. Hann var keyptur til Føroya úr Nybergsund í Norra at avloysa Patrick Johannesen.
Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg.
- Minnini úr Føroyum eru nógv og góð. Dramatiski og minnisríki steypasigurin ímóti HB var serstakur av nógvum orsøkum. Tað er fyrsta og einasta gullmerki, sum eg havi vunnið í útlondum. Í Evropa stóðu vit okkum eisini væl og vunnu samanlagt á bæði St. Joseph’s og Titograd. Gongutúrarnar í stórslignu føroysku náttúruni havi eg somuleiðis goymt væl í minninum, sigur hann.
Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36.
- Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar.
Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.
- Nú hugsavni eg meg aftur bara um at spæla fótbólt, sum eisini er tað, ið mær dámar best, sigur 34 ára gamli Kaimar Saag.
Paide Linnameeskond er í løtuni nummar sjey í heimligu kappingini í røðini av 10 liðum.
Comments