Næsti dystur ...

Eftir dramatiska dystin í UEFA Conference League seinasta hóskvøld, er lagt upp til enn eina spennandi uppgerð ímóti næsta mótstøðuliðnum. Hóskvøldið tveitti B36 liðið, Borac Banja Luka úr Bosnia, úr UEFA Conference Laeague kappingini, og nú er so 2. umfar á skrá, har Tre Fiori úr San Mario er mótstøðan.

Fyrsti dystur er heima í Gundadali hóskvøldið 21. juli kl 18:00, og vónandi verða tað fleiri enn seinast, sum vilja síggja B36 leika europeiskan fótbólt eina løtu afturat. Stuðulin frá tykkum hevur stóran týdning nú.

Vit síggjast

 

FELAGSTÍÐINDI