MTV Byggivirkið og B36 hava skrivað undir høvuðsstuðulsavtalu, sum verður galdandi fyri komandi fýra árini.
Mortan T. Vang, stjóri í MTV, og Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36, undirritaðu sáttmálan í B36-húsinum seinnapartin.
- Í B36 eru vit sera fegin um at hava fingið MTV Byggivirkið við á liðið sum virknan og eldhugaðan viðspælara. Hetta samstarvið verður ein umráðandi partur av menningini komandi árini, sigur Marita Debess Magnussen.
MTV-Byggivirkið hevur heimstað í Froðba. Fyritøkan átekur sær alt slag av bygging, tildømis umvælingar, íbúðarbygging, stoypiarbeiði og virkisbygningar. Tað hevur gingið við fullari ferð hjá byggivirkinum seinastu árini, og arbeiðsuppgávurnar eru nógvar, bæði í Suðuroy og kring alt landið. 80 fólk starvast í fyritøkuni.
Comments