top of page

Mistu á stokkinum

Vit høvdu grannarnir niðri á knøunum, men í yvirtíðini spældu teir okkum eitt puss og tóku sær javnleikin heim



Grannaupgerðin er altíð hugaligt eygleiðing. Tá fáa vit aloftast ein dyst, har menn stríðast av øllum alvi, og har intensiteturin ofta er betri enn spælið.

Soleiðis var eisini í longum løtum hesaferð. HB var púrasta greitt rakt á sjálvsálitið, nú teir høvdu tapt so ruddiliga tvær ferðir á rað, og við feskum viðmerkingum í høvdinum vildu teir gera sonevndu serfrøðini fyri skommum.

Og tað sást eisini fyrstu løtuna. Dysturin mundi vera einar fimm minuttir gamal, áðrenn vit yvir høvur vóru á HB-hálvuni, men hóast nógv trýst, so skaptu grannarnir ikki tað stóra.

Hinvegin høvdu vit okkara avgjørdu vandastøður undan steðginum. Uros var kanska rangstaddur – og visti tað helst – tá hann ikki tóktist nóg avgjørdur ta einu ferðina, tá fyrsti hvøkkurin varð sendur móti HB-húsinum, og tað líkasum setti okkum í spæl. Við vitskuni um, at vit eisini hóttu, var trýstið frá HB ikki eins treytaleyst, og um nakað, so skuldu vit verið á odda undan steðginum. Magnus drønstútaði á tvørtræið eftir horna, og einar tvær ferðir fekk HB’ari akkurát tveitt seg niður at blokka, tá væl upplagdi Hannes hevði vunnið seg í góða støðu.

Sæð burtur frá fyrstu fimm minuttunum, so hevði spælið givið okkum góðar vónir, og tí fingu vit eisini sum á kjaftin, tá seinni hálvleikur byrjaði.

HB – og serliga ein ávísur sandoyingur – løgdu seg í samfullar 90 minuttir eftir at vinna sær fríspørk. Og tað var irriterandi, at teir støðugt fingu hesi í sín lut. Hesa ferð var frísparkið í høgru, og tá Daniel Johansen sendi innfyri, var Hørður hægstur við handara stólpa og stútaði inn.

Tað gav okkum ein frammaná, men so líðandi arbeiddu vit okkum aftur í dystin. Pingel var bert eina fantombjargin frá Teiti frá at javna, og fleiri aðrar ferðirnar við hóttu vit eisini av álvara HB-málið.

Tað skuldi eitt lítið mistak frá grannunum til, áðrenn vit javnaðu. Ragnar fangaði uppspæl, og so streyk Hannes enn einaferð avstað í høgru. Hann bíðaði akkurát rætta vetið við innlegginum, og so kundi Uros stútað okkum upp á javnt.

Nú sótu vit á tí mesta, og hóast HB royndi sítt, so tóktist næsta málið at koma okkara veg. Og tað kom tað eisini.

Aftur hesa ferð kom Bjarki inn fyri Pingel, og aftur hesa ferð munaði hann alt fyri eitt. Hann tacklaði og stríddi seg til bóltin á miðjum vølli, og so gekk skjótt fyri seg. Tveir av teimum reyð/svørtu vórðu runnir avstað, og komin at baklinjuni rullaði hann út til Andrass, sum sendi kúluna í netið.

Málið var framúr, og lagið var framúr. Vit hildu okkum nú hava alt í pottinum, og tað høvdu vit eisini uppiborið.

Men lagnan vildi tað øðrvísi. Hesa ferð var nokk talan um fríspark, og tá Daniel – aftur hann – sendi innfyri, tveitti Hilmar Leon seg fram og fekk stýrt kúluni í málið.

Vit vunnu okkum ein góðan møguleika afturat, tá Hannes rann avstað í høgru, áðrenn hann sendi tvørturum, men ólukkutíð sendi Bjarki í síðunetið, og tað var líkasum tað…

Tað var bæði irriterandi og keðiligt, nú vit mest sum høvdu alt í pottinum. Men stigið hevur so tað við sær, at vit framvegis eru á bronsuplássinum. Og meira enn nakað, so prógvaði leikliga avrikið, at vit avgjørt hoyra til ovasta partin av føroyskum fótbólti.


B36-HB 2-2 (0-0)

0-1: Hørður Askham, 49.

1-1: Uros Stojanov, 71.

2-1: Andrass Johansen, 85.

2-2: Hilmar Leon Jakobsen, 91.


B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas Enevoldsen, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Magnus H. Jacobsen (Ragnar Samuelsen, 69.), Mathias Thrane – Hannes Agnarsson, Andrass Johansen, Sebastian Pingel (Bjarki Nielsen, 82.) – Uros Stojanov (Bjarni Petersen, 87.)

Gult kort: Sebastian Pingel, Bjarni Petersen



Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page