Michal aftur í B36




Michael D. Przybylski, sum spældi við okkum árini 2018 til 2020, verður nú aftur partur av Betri-hópi okkara


Michal og B36 eru nevnliga komin ásamt um avtalu, sum knýtir partarnar saman komandi árið.

Michal er ein spælari, sum trívist best í framrættaðum leikluti, og hann hevur eitt sera gott máltev. Ein eginleiki, sum hann fleiri ferðir prógvaði fyri okkum, og sum vit gleða okkum til at uppliva aftur.

 

FELAGSTÍÐINDI