Miðvallari við Superligaroyndum til B36

B36 hevur gjørt sáttmála við miðvallaran og fyrrverandi AaB og OB Superliga leikaran,

Mathias Thrane


B36 hevur styrkt seg á miðvøllinum. Talan er um 27 ára gamla danan, Mathias Thrane, sum verður lýstur sum ein skilagóður og tekniskt dugnaligur miðvallari.

Thrane leikti í ár við 1. deildarliðnum Nykøbing FC, men hevur leikt 40 Superligadystir fyri AaB og OB.


“Við Mathias fáa vit ein hartarbeiðandi og dugnaligan miðvallara, sum setur hørð krøv til sín sjálvan og sum er svangur at royna nýggjar avbjóðingar. Hann styrkir væl um hópin og hansara royndir á høgum støðið kemur heilt víst hópinum til góðar” sigur Dan Brimsvík, sum fegnast um, at tað hevur eydnast B36 at fáa hendan leikara.

Jeg er glad og stolt over nu at kunne kalde mig B36-spiller

“Jeg er glad og stolt over nu at kunne kalde mig B36 spiller. Jeg ser frem til en spændende sæson, hvor jeg vil bidrage til, at vi som hold opnår klubbens målsætninger og giver fansene noget at glæde sig over, som de har fortjent”




 

FELAGSTÍÐINDI