Vit hava spennandi uppgávu á skránni, tá oddaliðið úr Klaksvík vitjar í dag

KÍ hevur verið mest sum flúgvandi í ár, men fyri tað er ikki vist, at teir koma spákandi til nakað sum helst í Gundadali. Í fyrsta dystinum í ár, sum var í Klaksvík, stóðu vit teimum leingi kurl, og eingin ivi er um, at Dan og hansara menn eisini í dag eru til reiðar til stóru uppgávuna. Og til hetta hava vit tørv á øllum góðum stuðli. So vónandi verður tað ein fjølment hvít áskoðarafjøld, sum í góðveðrinum leitar sær oman í Gundadal í dag.