top of page

Meistararnir varpaðir út


Klaksvíkingar møttu sínum yvirmonnum, tá vit við einum flottum 2-0 sigri spældu okkum til fjórðingsfinaluna í steypakappingini


Talan var um heilt stóran dyst lonug í fyrsta umfarinum, tá vit á heimavølli tóku ímóti KÍ.

Klaksvíkingar hava seinastu árini víst seg sum sterkasta liðið í føroyskum fótbólti, tá um landskappingina ræður, men Løgmanssteypið hevur argað teir á hvørjum ári. Og hetta verður ikki broytt í ár, skulu vit heilsa og siga.

Við einum framúr góðum avriki sendu vit nevnliga teir bláu heim við ongum, og tað besta av tí hela var, at hetta var fult uppiborið.

Undan steðginum leikaði javnt á. KÍ hevði bóltin meira, men teir heilt stóru møguleikarnir vórðu tó ikki skaptir. Vandamesta støðan var, tá Mattias kom heldur seint út til framlegging, men dómarin lat fyrimunin galda, tá Mads Boe Mikkelsen fór um koll, og so sluppu vit og Mattias við skrekkinum.

Í hinum endanum royndu vit spæla okkum fram til støður, men tað gjørdist ongan tíð vandamikið, og tí var 0-0 eisini í lagi í steðginum.

Eftir steðgin settu vit okkum meira á dystin. Hannes Agnarsson hevur verið úti við skaða í rygginum, men hann varð nú settur á vøllin, og tað skuldi skjótt vísa seg, at ferðin hjá honum kom okkum til góðar. Taufee legði inn um verjuna í høgru, og so helt Hannes høvdið kalt og legði út til Andrass, sum við kølnari innarusíðu sendi bóltin í netið.

Og tað skuldi gerast enn betur bara fimm minuttir seinni. Hesa ferð vann Isak nærdyst á miðjum vølli, og so varð Bjarki sendur avstað. Hann dróg at baklinjuni, og so var Hannes á rætta staðnum, tá hann snildisliga við hælinum beindi bóltin í netið.

Hetta gav okkum neyðuga friðin á spælinum. Gestirnir royndu at trýsta, og tað gjørdist eisini heilt vandamikið onkra ferðina. Men hinvegin áttu vit eisini risa møguleika at økja. Minuttirnir gingu spakuliga okkara veg, og so var fagnaðurin stórur, tá Eiler blásti seinasta bríkslið á degnum.

Við sigrinum eru vit í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, og aftur har verður avbjóðingin stór, tá HB endaði í okkara pott.


B36-KÍ 2-0 (0-0)

1-0: Andrass Johansen, 53.

2-0: Hannes Agnarsson, 58.


B36: Mattias Lamhauge – Jann Benjaminsen, Isak Jonsson, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson – Eli F. Nielsen, Erlendur Magnusson (Michal Przybylski, 69.), Andrass Johansen – Taufee Skandari (Símun Sólheim, 69.), Benjamin Heinesen (Hannes Agnarsson, 46.), Bjarki Nielsen (Aron Knudsen, 81.)

Gult kort: Bjarki Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Eli F. Nielsen



Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page