Evnaríki málverji okkara hevur skrivað undir nýggjan sáttmála
Annan dagin á rað varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður í B36-húsinum.
Hesa ferð var tað Mattias Heðinsson Lamhauge, sum setti sína undirskrift á, og á pappírinum stendur, at sáttmálin er galdandi til og við 2023.
Mattias kom til hópin hjá okkum í fjør, og hann varð av teimum flestu roknaður sum triðja val millum stólparnar. Framstigini hava tó verið stór, og hann hevur í ár vunnið sær støðu sum fyrstaval hjá Dan Brimsvík, og at hann nú er vorðin partur av landsliðshópinum, er vælsaktans eisini tekin um, at tað eisini eru onnur enn vit, sum duga at síggja góðu evnini.
- Vit eru sera fegin um, at vit hava tryggjað okkum málverjasessin næstu kappingarárini. Mattias hevur víst framúr hugburð undir bæði venjing og dysti, og eingin ivi er um, at hann saman við restini av hópinum eisini fer at leggja afturat í sínum spæli komandi árini, sigur Magni Vatnhamar Mouritsen, formaður í B36.
Comments