top of page

Mattias fer víðari

Mattias Heðinsson Lamhauge, sum er kosin ársins málverji, flytur nú til Danmarkar, har hann skal spæla fyri FC Fredericia í næstbestu deildini.

 

Frederica hevur saman við øðrum feløgum hugt nærri at stinna landsliðsmálverjanum í eina tíð, og nú er sáttmáli so undirskrivaður. Sáttmálin er galdandi til á sumri 2026.

 

- Hetta er eitt áhugavert stig og støði fyri meg, og teir spæla eisini fótbólt, sum hóskar seg væl til mín, sigur hann.



Hetta hevur verið hendingaríkt ár hjá Mattiasi. Hann hevur seinastu árini stremba eftir at sleppa út um landoddarnar at fáa seg royndan, og í ár hevur hann bæði spælt sínar fyrstu landsdystir í undankapping við góðum avrikum og fingið sáttmála í Danmark.

 

- Hesin møguleikin vísti seg at vera góður fyri báðar partar, og eg gleði meg til hesa uppgávuna, sigur hann.



Mattias Lamhauge flutti sum 21 ára gamal úr HB til B36 undan kappingarbyrjan 2020 eftir eisini at hava roynt seg á Argjum. Í 2020 spældi hann tveir dystir fyri besta liðið, tá Rói Mørk Hentze og Símun Rógvi Hansen vóru fremri í røðini. Árið eftir fekk hann møguleikan og vann hann sær fast pláss millum stengurnar. Síðan hevur hann hevur verið millum okkara mest støðugu og sannførandi spælarar.

 

- Tíðin í B36 hevur verið heilt ómetaliga góð, og saman við hinum spælarunum havi eg ment meg nógv. B36 er eitt fantastiskt felag, og eg eri sera takksamur fyri stóra stuðulin, sum viðhaldsfólkini hava víst mær.

 

- Hæddarpunktini hava verið fleiri. Steypafinalan í 2020, tá ið alt stóð upp á spæl, var serstøk. Eg minnist eisini, hvussu stuttligt tað var at síggja øll fólkini í felagnum taka eitt tørn og stuðla liðnum handan kalda vetrardagin á Tórsvølli. Vit hava eisini havt tvey frálík ár í Evropa. Tað var serstakt at spæla seg víðari í evropeiskari kapping á San Marino á ólavsøku, og at síggja gleðismyndirnar úr einum fullsettum B36-húsi, har øll vóru í føroyskum klæðum.

 

- Stóra takk, øll tit í B36, sigur landsliðsmálverjin.

 

Í B36 takka vit eisini Mattiasi fyri góðu avrikini og ynskja honum alt tað besta við nýggju avbjóðingini.

Comentarios


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page