top of page

Magnus Egilsson til B36


B36 hevur í dag skrivað undir sáttmála við Magnus Egilsson, sum seinastu tvey árini hevur roynt seg í Íslandi



Magnus Egilsson hevur sín uppvøkstur í HB, men seinastu tvey árini hevur verjuspælarin roynt seg í Íslandi, har hann hevur verið partur av hópinum hjá Vali.

Magnus kann røkja pláss í miðverjuni og í vinstra borði, og eingin ivi er um, at vit her hava fingið ein góðan styrk til verjupartin.

Sjálvur sigur Magnus, at hann er sera spentur upp á avbjóðingina, sum hann nú hevur fingið.

- B36 hevur fyrr sýnt mær áhuga, og tað vigar sjálvandi. Men tað eru serliga prátini, sum eg havi havt við Dan Brimsvík, sum hava sannført meg um, at hetta er rætta stigið at taka. Dan hevur longu nú sýnt mær stórt álit, og tað er eisini eitt álit, sum eg vil visa mótvegis honum og liðnum.

- B36 er eitt sunt felag, har fleiri ungir spælarar hava fingið sítt gjøgnumbrot – við góðum úrslitum. Dan hevur givið mær ein púrasta greiðan leiklut, og eg gleði meg til at arbeiða hart fyri at lyfta bæði liðið og meg sjálvan, sigur Magnus Egilsson.

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page