top of page

Málleyst vónbrot

Vit megnaðu ikki at bróta eitt væl skipað B68 niður, og so máttu vit taka til takkar við skuffandi javnleiki

Á heimavølli móti uppflytarunum av Toftum var eingin ivi um, at vit vóru stórfavorittar í dagsins dysti.

Tí veruleikanum kundu vit ikki renna undan, men vit megnaðu sjáldan at prógva, at hetta nú eisini var veruleikin.

Frá byrjan høvdu gestirnir eitt varligt útgangsstøði, har teir lótu tað upp til okkum at skapa dystin. Tað høvdu vit nokk eisini væntað, men trupulleikin var, at vit í ov lítlan mun megnaðu at trýsta gestirnar, og ístaðin heldur rullaðu róliga upp á tvørs.

Onkrar spentar støður komu – treyðugt so – men tær vóru ov fáar í tali, og tá tær komu, vóru vit ikki nóg neyvir at umseta hetta til mál. Størsta møguleikan undan steðginum fekk Tobias, tá Benjamin spældi flatt útfrá, men skotið fór mitt á málverjan, og tá Martin beint undan steðginum hálvkiksaði skotroynd, støkk bólturin upp um málverjan – men niður á tvørtræið.

Toftamenn høvdu eisini sínar møguleikar, men í tveimum førum kom Mattias væl út, so vit ikki fingu tann heilt stóra skelkin.

Ivaleyst hevur Dan tosað við stórum stavum í steðginum, men tað var tó lítið, sum var broytt. Toftamenn lúrdu framvegis eftir sínum kontramøguleika, og tíðliga eftir steðgin høvdu teir frísparksroynd av brotsteigarmarkinum. Og okkurt hornaspark fingu teir eisini noytt okkum til at geva burtur.

Tað var ikki fyrr enn seinasta korterið ella so, vit veruliga fingu lagt trýst á. Men framvegis vildi bólturin ikki inn. Pingel langaði til uppum, Tobias misnýtti enn einaferð góða skotstøðu, og málverjin bjargaði væl, tá Ragnar royndi seg við stútara. Hannis skeyt upp um, tá hann var mest sum blankur, og tá bólturin einar tvær ferðir hoppaði í málteiginum, eydnaðist tað ongan tíð at fáa avgerandi fótin á.

Skuldi ein vinnari verið, so skuldu tað helst verið vit. Men turrisliga staðfestingin er, at vit skaptu ov fáar møguleikar móti einum liði, sum eigur at vera ein klassa ella tveir undir okkum, og vit høvdu heldur ikki neyðuga neyvleikan at taka av, tær ferðirnar tá møguleikin beyðst.


B36-B68 0-0

B36: Mattias H. Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas Enevoldsen, Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard – Magnus H. Jacobsen, Mathias Thrane – Martin Agnarsson (Hannes Agnarsson, 59.), Tobias H. Christensen (Brian Jakobsen, 69.), Bjarki C. Nielsen (Ragnar Samuelsen, 79.) – Sebastian Pingel

Gult kort: Magnus H. Jacobsen, Mathias Thrane, Hannes Agnarsson

Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page