top of page

Lukas er aftur í miðverjuni


Lukas S. Enevoldsen og B36 hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum knýtir sterka miðverjan at B36 í 2022


Lukas kom til felagið í fjør, og sæð burtur frá onkrum smærri skaðasteðgi, var krútsterki danin fastur partur av miðverjuni hjá okkum.

Tað verður hann eisini í 2022, og fyri okkum í B36 eru hetta gleðilig tíðindi. Lukas er sum spælari ein typa, sum steir krøv til bæði seg sjálvan og onnur, og soleiðis er hann støðugt við at gera bæði seg sjálvan og viðspælarar enn betri.

Væl afturkomin, Lukas.

Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page