top of page

Lorta veður – frálíkt úrslit


Í løtum var als ikki spælandi, men okkara menn vísti seg frá síni hørðu síðu og vunnu uppibornan 3-0 sigur í Sarpugerði


Talan var um ein tann truplasta útivøllin av øllum, tá vit í dag settu hol á Betri-deildina 2023. Í Sarpugerði hevur Víkingur ein stinnan skansa, og tað er rár hending, at útiliðið fer avstað við trimum stigum. Og enn rárari er, at talan er um trivaligan 3-0 útisigur.

Men tað hendi í dag. Og tað hendi, hóast okkara lið var rættiliga skert undan dystinum. Ikki minst á framrættaðu plássunum, har menn sum Andrass, Hannis og Michal dragast við skaða, meðan tað ganga nakar vikur, áðrenn loyvini hjá Sabala eru komin í rættlag.

Tí var talan um heldur alternativa uppstilling, har Benjamin var fremsti maður. Og tað gjørdist ikki betri, tá Símun Sólheim heilt tíðliga var somikið óheppin, at fingurin varð keigtur heilt úr lið.

Hetta órógvaði eina løtu, og Víkingur royndi at leggja trýst á, men veruligar møguleikar komu teir tó ikki til.

Hinvegin byrjaðu vit spakuliga at ota okkum frameftir, og so líðandi stóð teimum flestu greitt, at her kundi talan væl verða um heilt stuttligan dag.

Lønina fingu vit eisini á hálva tímanum, og talan var um frálíkt mál. Uppspælið gekk skjótt í høgru, áðrenn Taufee varð sendur avstað, og tá hann legði flatt útfrá, kundi Bjarki stýra bóltin inn um handara stólpan.

Vit høvdu risamøguleika at økja, tá Magnus púrasta blankur stútaði frísparksinnlegg framvið, og hetta kundi kanska kostað seinasta partin av fyrra hálvleiki. Hann øtlaði vindin, og eina løtu tóktust heimamenninir stinnari, men tað var eisini bara eina løtu.

Tí seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, áðrenn leiðslan varð tvífaldað. Málið líktist nógv tí fyrra – hesa ferð við uppspæli í vinstru – og tá Aron legði inn, hevði Magnus sníkt seg framvið, og hesa ferð tók hann av, tá hann hegnisliga stýrdi bóltinum innum.

Vit sótu nú á tí mesta, men vandaleysir vóru gestirnir tó ikki. Nærri enn eini frísparksroynd á stólparótina komu teir tó ikki, og tá Taufee skoraði til 3-0, tóktist leyst og liðugt.

Ein lítil nervi kom í, tá heimamenninir fingu brotsspark, men lukkutíð hevði Mattias lúrt Atla av, og so stóð øllum greitt, at sigurin stóð ikki til at vika.

Gaman í er kappingarárið ungt, og enn eru 26 umfør eftir at spæla. Men tá tað verður lagt fyri við tryggum útisigri móti steypavinnarunum og silvurvinnarunum frá í fjør, so ber illa til at hava nakran nei-hatt á høvdinum.


Víkingur-B36 0-3 (0-1)

0-1: Bjarki C. Nielsen, 30.

0-2: Magnus Egilsson, 48

0-3: Taufee Skandari, 72.


B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim (Bjarki C. Nielsen, 7.), Andrias Eriksen, Isak F. Jonsson, Magnus Egilsson – Taufee Skandari, Erlendur Magnusson (Sonni Ragnar Nattestad, 84.), Eli F.Nielsen, Aron Knudsen (Mattias J. Hellisdal, 84.), Jann J. Benjaminsen – Benjamin Heinesen (Emil W. Joensen, 79.)




Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page