Limadagurin verður 3. mars


Hósdagin 3. Mars verđur limadagur í B36 húsinum.


Húsiđ verđur opiđ frá kl. 16, og vit bjóđa ein góđan drekkamunn til bæđi børn og vaksin. Øll sum gjalda limagjald fáa eina flotta limablusu, og eisini verđur møguleiki at royna, og ogna sær nýggju B36 klæđini.

Betri leikararnir koma eisini forbì at heilsa uppá, og at spæla viđ børnini úti á vøllinum Um veđriđ er til vildar, tendra vit grillina, so møguleiki verđur at keypa sær ein nátturđabita Vit gleđa okkum at sìggja tykkum øll til eina hugnaliga løtu ì B36 húsinum

P.s. nýggir limir eru hjartaliga vælkomnir.

 

FELAGSTÍÐINDI