top of page

Liðskiparin vitjar á Barnadeildini

Barnadeildin fingið gávu frá B36

Leikarar hjá Betrikvinnum og Betrimonnum plaga at fara á jólavitjan á barnadeildini á Landsjúkrahúsinum. Men í ár er alt eitt sindur øðrvísi, og tí var ikki ráðiligt at fara á vitjan.

Men børnini skulu ikki verða gávu fyriuttan. Tey ynsktu sær ein game`ara stól, og sjálvandi funnu vit ein hvítan og svartan í Teldutænastuni, sum liðskiparin, Andrias, var og handaði teimum fyrr í dag. Hetta vóru tey á deildini sera glað fyri.

Andrias lovaði, at leikarar koma á vitjan, tá tað aftur er ráðiligt, og tá hevur hann FIFA spøl við, sum leikararnir gleða seg at spæla ímóti børnunum.

Gleðilig jól til tykkum á barnadeildini og takk fyri, at tit altíð vilja taka ímóti okkum.


Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page