Lættliga víðari

AB megnaði ongan tíð veruliga at bjóða av, tá vit vunnu okkum víðari í kappingini um Løgmanssteypið



Talan gjørdist um tennis-tøl, tá vit í dag tóku ímóti AB í fyrsta umfarinum av steypakappingini.

Talan var kanska um ein av hesum dystunum, har nervarnir kunnu arga, um mál ikki fæst hampuliga skjótt, men somikið langt kom tað ongantíð.

Hóast vit spardu onkrar spælarar, so tók tað bara fimm minuttir, til Martin hevði sett hol á eftir innlegg frá Andrass. Tíggju minuttir seinni var Brian upp á spæl, tá hann langaði returbólt í netið, og tá Alex skoraði eftir brotsspark, sum varð gjørt móti Andrass, var at kalla leyst og liðugt.

Vit skiftu enn meira út í steðginum, men tað broytti einki í spælinum. Bjarki stútaði hornaspark í netið til 4-0, og Ragnar fekk eitt flott mál, tá hann økti til 5-0.

Seinasta málið skoraði Benjamin, og so var stórsigurin liðugt avgreiddur.

Talan var um góðan sigur fyri okkara menn, sum høvdu tørv á einum sigri, nú úrslitini í landskappingini ikki hava verið heilt eftir vild. Hesa ferð bar í øllum førum væl til, og vónandi fer tað at bera eins væl til, tá vit komandi sunnudag eiga heimavøll móti EB/Streymi.


B36-AB 6-0 (3-0)

1-0: Martin Agnarsson, 5.

2-0: Brian Jakobsen, 15.

3-0: Alex Mellemgaard (br.), 27.

4-0: Bjarki Nielsen, 53.

5-0: Ragnar Samuelsen, 71.

6-0: Benjamin Heinesen, 79.


B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Lukas Enevoldsen (Mattias Weihe Joensen, 61.), Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Ragnar Samuelsen, Mathias Thrane (Bárður Olsen, 45.) – Martin Agnarsson, Andrass Thomsen, Bjarki Nielsen – Brian Jakobsen (Andreas Thomsen, 45.)

Gult kort: Andreas Thomsen

 

FELAGSTÍÐINDI