top of page

Kvinnurnar eru í hálvfinaluni

Í kvøld vunnu okkara kvinnur 3-0 í fjórðingsfinaluni í steypakappingini á TB/FCS/Royn. B36 verður sostatt í pottinum, tá lutakastið verður um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum.


Emma Lind Simonsen legði okkum á odda við brotssparki miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki øktu Sonja T. Dalsgaard og Gunnrið Poulsen um leiðsluna.


Hini liðini, sum hava spælt seg í hálvfinalurnar, eru Víkingur, NSÍ og HB. Fyrra hálvfinalan verður spæld 27. august, og seinna hálvfinalan verður spæld 25. september.


Í landskappingini elta kvinnurnar framvegis møguleikan at sleppa í meistarabólkin, tá kappingin verður býtt í tvey í summar. Tað krevur, at tær verða millum fýra tær fremstu. Í løtuni er B36 á fimta plássi við fýra stigum færri enn HB, sum er á fjórða plássi.


Sunnudagin spæla kvinnurnar aftur á heimavølli ímóti TB/FCS/Royn, og næsta vikuskiftið skulu tær til Hoyvíkar at spæla.


B36 - TB/FCS/Royn 3-0 (1-0)

1-0 Emma Lind Simonsen, 19.

2-0 Sonja T. Dalsgaard, 67.

3-0 Gunnrið Poulsen, 74.

B36: Valborg Østerø - Emma Simonsen, Elsa Anna Mohr, Judith Rasmussen (Eir Randrup, 72.), Súsanna Godtfred (Victoria í Funningsstovu, 85.), Kristianna Haraldsen, Birita Rasmussen, Jasmin Darvishi (Ester Ellingsgaard, 28.), Sonja Dalsgaard (Hildur Clementsen, 85.), Rebekka Olsen, Gunnrið Poulsen.



Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page